Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Farnir undir seinasta triðingin

John William Joensen

Sum sæst á kortinum aðrastaðni í blaðnum um Norðoyatunnilin, so hava teir hjá NCC nú grivið og sprongt meira enn tveir triðingar av teininum um Lorvíksfjørð.
Tá vit spyrja, fáa vit at vita frá P/F Norðoyatunnlinum, at teir framvegis rokna við at tíðarætlanin fer at halda og tá nú er so langt grivið, skulu álvarsligar forðingar til, áðrenn projektið verður munandi seinkað.
Hetta hevur við sær, at vit kunnu rokna við, at liðugt verður at sprongja í juni mánaða í ár og síðani skal tíðin fram til 2006 brúkast til at gera alt til reiðar at taka ímóti ferðsluni um Lorvíksfjørð.
Við hesum kann sigast at evstamark hjá fyrireikingunum sum skulu gerast áðrenn Norðoyatunnilin verður liðugur, nærkast við risa fetum.
Eitt er ferðslan, sum væntandi kemur hendavegin gjøgnum tunnilin. Við hvørt hevur verið ført fram, at vit als ikki eru tilreiðar at taka ímóti allari ferðsluni sum kemur, men tað verður valla stórsti trupulleikin.
Kjakið hevur hinvegin mangan staði um í hvønn mun ferðsla kemur hendavegin ella fer hinvegin og tað, sum er meira átrokandi enn bilaparkering er, um samfelagið her er nóg áhugavert til, at tey, sum nú búgva her, framhaldandi fara at støðast ella um vit fara at síggja fráflytingar.
Býráðið hevur hesi seinastu árini eftir førimuni roynt at fyrireika seg til nýggju tíðina og sigast má at broytingar eru hendar tó at vit saktans kunnu kjakast um, um tað er nóg mikið, sum gjørt er.
Hinvegin hoyrist lítið um hvat vinnulívið ger, fyri at fyrireika seg til størru avbjóðingarnar.
Ætlanin var, at eitt handilssentur skuldi standa liðugt niðri við Sandin tá undirsjóvartunnilin lat up, men hóast hetta evstamark valla fer at halda, so er enn lív í ætlanunum og eisini her eigur býráðið ein stóran leiklut.
Tað er altíð gott at hava ætlanir og tað var onkur sum segði, at vit eiga altíð at seta okkum stór mál, um vit skulu náa einum góðum úrsliti og ongin orsøk er at falla í fátt, sjálvt um tey evstumørk vit seta okkum ikki halda.
Hyggja vit at Klaksvík ídag, so kann ikki sigast annað enn at samfelagið her hevur ikki so lítið at bjóða í mun til bygdir og býir hinumegin fjørðin, hóast vit valla kunnu kappast við høvuðsstaðin tá ið um lønarlag og sosial viðurskifti ræður, men tað man vera fáur, ið hevur droymt um, at vit skuldu náa tær hæddir áðrenn undirsjóvartunnilin var liðugur.
Vit hava eittans at gera, nú evstamarkið nærkast, og tað er alla tíðina at hava fasta sambandið í huga og eftir førimuni brynja okkum til nýggju avbjóðingarnar.