Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Faroe Petroleum 1,2 mia. kr. í 2013

Tíðindskriv

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at 2013 var aftur eitt ár, har felagið gjøgnumførdi eina týðandi leitiætlan, sum gav gott úrslit, samstundis sum olju- og gass tilfeingi øktist nógv.

-Samlaðu inntøkurnar hjá Faroe Petroleum vóru 1,2 mia. kr. í 2013. Í 2012 vóru tær 1.4 mia. kr. 

-Primera rakstrarúrslitið, áðrenn av- og niðurskrivingar og leitikostnað var 720 mió kr, í 2012 var tað 861 mió kr.

-Vinningurin eftir skatt var 126 mió kr í 2013, eitt tap í 2012 uppá 47 mió kr.

-Faroe Petroleum brúkti 223 mió kr til leiting og metingar eftir skattaafturbering í 2013. Sama tal var 327 mió í 2012.



Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at 2013 var aftur eitt ár, har felagið gjøgnumførdi eina týðandi leitiætlan, sum gav gott úrslit, samstundis sum olju- og gass tilfeingi øktist nógv.
Leitiverkætlanin heldur fram við trimum leitibrunnum í Norra – Pil (Faroe 25%), Solberg (Faroe 20%) og Butch East (Faroe 15%). Pil er longu fráboðað sum eitt olju- og gassfund og framleiðsluroyndir verða gjørdar. Butch East er tann fyrri av tveimum brunnum á Butch økinum, sum verða boraðir hvør eftir annan á sama strukturi, sum tað týðandi Butch høvuðsfundið, har Butch South West er tann seinni, ið skal borast.
Eftir góðu úrslitini á Pil og Snilehorn, verður arbeitt við at minka um váðan á øðrum leitimiðum á somu leið, sum møguliga kunnu borast um stutta tíð.
Felagið hevur styrkt um framleiðsluna við keypinum av East Foinaven framleiðsluni og við at bæði Hyme oljukeldan og Orca gasskeldan byrjaðu at framleiða í 2013. Tann óvæntaði framleiðslusteðgurin á Njord og Hyme hevur ávirkað framleiðsluna síðani juli mánaða 2013, men framleiðslan byrjar aftur á hesum leiðunum í summar.
Fullfíggja tíðindaskriv á enskum sæst á heimasíðu felagsins www.fp.fo