Framtaksgrunnur Føroya sigur í tíðindaskrivi í morgun, at søluprosessin av P/F Faroe Seafood er byrjað og at felagið verður selt undir einum.
Í Tíðindaskrivinum verður millum annað sagt: Vísandi til tíðindaskrivið frá 22. mars 2005, skal nevndin í Framtaksgrunni Føroya við hesum boða frá, at farið verður undir søluprosessina av P/F Faroe Seafood í næstum. Sølan verður skipað sum ein kontrollerað uppboðssøluproces, har møguligir keyparar fáa høvi at bjóða upp á samlaða partapeningin í P/F Faroe Seafood.
Víðari verður sagt: Arbeiðið í sambandi við søluna verður fyriskipað av Corporate Finance hjá KPMG í Keypmannahavn og skipað í trimum stigum




