Vitjanin hjá FaroeSoccer í Klaksvík verður leygardagin kl. 11.
Leygardagin ynskir FaroeSoccer at síggja serliga eldri KÍ leikarar, venjarar ella viðhaldsfólk, ið á onkran hátt hava tilknýti til KÍ dystir í bestu deildini árini frá 1950 til 1980.
FaroeSoccer er hagtalgrunnur fyri føroyskan fótbólt og hevur skrásett allar dystir í bestu deildini so langt aftur sum dómaraseðlar og aðrar upplýsingar um dystirnar røkka til. Seinnu árini hevur FaroeSoccer eisini skrásett fleiri aðrar deildir afturat bestu deildini. FaroeSoccer hevur vitjað ymisk feløg og leygardagin er túrurin komin til KÍ. FaroeSoccer hevur fyrst eina framløgu og síðani verður prát og kjak um føroyskan fótbólt og tess hagtøl, har serliga tíðarskeiðið 1950-1980 manglar upplýsingar.
Fyrilesturin og kjakið um FaroeSoccer verður í felagshølinum hjá KÍ í ovaru hæddini í KÍ høllini eystureftir nú leygardagin 23. januar kl. 11.00. Inngongd eystanfyri(móti barnagarðinum). Øll eru vælkomin, men serliga verður vónað at síggja fólk, sum kennast við tíðarskeiðið 1950-1980.




