HM tipping: Sambært okkara tipparum, so trýr meirilutin uppá eina reina europeiska HM finalu í Suður Amerika í ár.
Í gjár vóru Kristian Joensen, Ragnar Joensen og Regin Sivertsen samdir um, at Týskland fór at basa HM vertunum úr Brasil. Og rætt fingu teir, tí tað var sorg í Brasil í gjárkvøldið, tá Týskland vann søguligan 7-1 sigur á Brasil.
Í dag fáa vit helst ein meira spennandi dyst, tí tippararnir eru ikki samdir í, hvør fer at vinna dagsins dyst. Tó hella tveir teirra til, at tað verður ein søgulig rein europeisk finala.
Ragnar Joensen sigur soleiðis:
Holland-Argentina
Tað munnu vera fá sum høvdu stórar vónir til Holland áðrenn HM byrjaði. Hópurin tyktist veikur á fleiri plássum. Eftir dystin ímóti Spania mundu nógv hugsa, at tað als ikki var av tilvild at hópurin var soleiðis samansettur. Komandi Man Utd venjarin, Van Gaal, sett eitt sterkt verjukent kollektiv saman, ið skjótast gjørlig skal umstilla frá verjustøðu til álop umvegis serliga Robben og Sneijder. Hendan uppskriftin hjá van Gaal má sigast at hava riggað sera væl, og eru tað nú fleiri sum síggja Holland sum ein veruligan kandidat til HM heitið.
Argentinar hava sum vanligt er eina perlurøð av álopsleikarum. Messi, Aguero, Higuain, Lavezzi og Di Maria fyri bara at nevna nakrar. Veikleikin á argentinska liðnum er ikki álopið, men verjuparturin. Eisini tykist argentinum trupult at fáa stjørnurnar á liðnum at hanga saman. Hinvegin hava argentinar, júst sum hollendingar, vunnið allar sínar dystir.
Tá metast skal um dystin í dag, má havast í huga at hóast Argentina hava vunnið sínar dystir hava teir ofta ikki skotið mál fyrr enn seint í dystunum. Nógv av argentinska spælinum er lagt á herðarnar á lítla Messi. Hetta haldi eg eisini at Messi hevur víst at hann megnar at bera. Samanberingarnar millum Messi og Maradona eru ikki ógrundaðar.
Sum sagt er verjuparturin hjá argentinum helst veikleikin. Garay, Mascherano og Demichelis eru ikki av skjótastu monnum, og er tað eyðsýndir møguleikar hjá Robben renna teir av. Dysturin verður helst myndaður av at Argentina hevur leikliga yvirvág, meðan Holland bíða eftir umstillingsmøguleikum. Eg seti Holland at vinna. (Odds: 3,10)
Eg tippi í dag:
Holland at vinna seg víðari samlað (Odds: 2,20)
Undir 2,5 mál í dystinum (Odds: 1,60)
Robben at skora (Odds: 3,40)
Eg satsi í dag:
Dagsins sats Holland at vinna í vanligari leiktíð og Robben at skjóta mál (Odds: 5.60)
Hinir tippa:
Kristian Joensen:
Holland-Argentina 2
Regin Sivertsen:
Holland-Argentina 1
Støðan:
1. Regin Sivertsen 36 stig
2. Kristian Joensen 31 stig
3. Ragnar Joensen 28 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




