Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fátækradømi og føroyska samfelagið

Oliver Joensen

Mikukvøldið skipaði Norðoya Javnaðarfelag fyri hugvekjandi tiltaki í Spaniastovu um fátækradømi í Føroyum. Sonja Jógvansdóttir samskipari í Samtak og Rigmor Dam løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin høvdu hvør sín fyrilestur um evnið. Jógvan Andrias Joensen framførdi nakrar sangir. Umboð fyri ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokkinum SU greiddu frá teirra virksemi. Val av fólki møttu vóru møtt til tiltakið.

Sonja greiddi í sínum fyrilestri frá hvussu og hvønn fátækradømi rakar. Hon staðfesti at fátækradømi var veksandi í Føroyum, og neyðugt var at steðga hesi gongd við at vit fáa eitt javnari samfelag. Ábyrgdina fyri hesum arbeiði eiga politikararnir.

Rigmor tók í sínum fyrilestri støði í grundhugsjónini hjá Javnaðarflokkinum, at Javnaðarflokkurin ynskir frælsi frá fátækt og kúgan, og frælsi at menna skapandi evni og møguleikar hins einstaka í felagsskapinum. Hon kom við fleiri uppskotum til tiltøk, sum kunnu gera okkara samfelag javnari. T.d. at áseta fátækramark, at dagføra veitingar til fólk sum eru í fátækravanda og at betra um arbeiðsloysisskipanina. Fáa javnstøðu millum kyn, tí tað eru serliga kvinnurnar, sum eru í láglønarbólkinum og tær fáa í lítlan mun lut í flatskattinum. Neyðugt er at bøta munandi um barsilsskipanina, tí hon er als ikki nøktandi. Umframt hesar ábøtur er átroðkandi at gera størri nýskipannir á pensjóns-, skatta, samferðslu og vinnuøkinum.

Aftaná fyrilestrarnar var eitt lívligt kjak um evnið.

Norðoya Javnaðarfelag hevur ætlanir at um at skipa fyri einum tiltaki aftur á føstulávint, ið serliga vendir seg til tey ungu.

Harleyfacadeacryl