Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fátt er betri – 1196 orðatøk á føroyskum –

Oliver Joensen

Nú eru føroysk orðatøk savnað á einum staði. Fátt er betri eitur nýggja bókin, ið inniheldur 1196 orðatøk á føroyskum.

Bókin savnar og skipar føroysk orðatøk, so lætt er at finna hóskandi orðatak til eitthvørt høvi. Bókin er skipað í tveir partar: Í fyrra partinum eru orðatøkini skipað eftir innihaldi og í seinna partinum í bókstavarøð. Páll Isholm hevur ritstjórnað bókina, sum kemur út á Forlagnum Brattalíð í Gøtu. Bókin kostar 198 krónur í bókahandlunum.
Ynskjast fleiri upplýsingar eru fjølmiðlarnir vælkomir, at seta seg í samband við ritstjóran Páll Isholm á telefon 219930 ella pall.isholm@gmail.fo