Nýtt tiltak á skránni á Bókadøgunum 2021: Rithøvundasamrøða við Sólrún Michelsen
Í morgin 17. november kemur nýggja bókin “Fáur fær tráðin heilt slættan” eftir Sólrún Michelsen út. Bókin er framhald av vælumtóktu skaldsøgunum EIN TÁTTUR ER SILVUR og EIN ANNAR ER GULL.
Á útgávudegnum fer Óluva Klettskarð at hava samrøðu við Sólrún Michelsen. Øll tiltøk í Norðurlandahúsinum krevja tilmelding á nlh.fo. Tiltakið verður stroymt beinleiðis á nlh.fo. Finn alla skránna til Bókadagar 2021 og leinkjur til stroyming á nlh.fo.



