Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FBI: Sea Shepherd er ein harðrendur felagsskapur sum brúkar øll vápn

John William Joensen

James F. Jarboe, stjóri fyri heimligu anti terror deildini hjá amerikanska tjóðarløgregluni, FBI, segði undir hoyring í amerikansku kongressuni at myndugleikarnir í USA høvdu eitt vaki eygað við Sea Shepherd og øðrum víttgongdum felagsskapum, sum teir mettu sum Umhvørvis Terror felagsskapir.

James F. Jarboe, stjóri fyri heimligu anti terror deildini hjá amerikanska tjóðarløgregluni, FBI, segði undir hoyring í amerikansku kongressuni at myndugleikarnir í USA høvdu eitt vaki eygað við Sea Shepherd og øðrum víttgongdum felagsskapum, sum teir mettu sum Umhvørvis Terror felagsskapir.

Stjórin í serligu deildini hjá FBI segði m.a.:

– Síðan 1977 tá nøkur av mest víðgongdu elementunum í Greenpeace tóku seg úr felagsskapinum og stovnaðu Sea Shepherd hevur hesin felagskapur gjørt atsóknir móti fiskiídnaðinum við at oyðileggja reiðskap og skip og bátar. Vit í FBI kalla hetta slagið av kriminaliteti fyri umhvørvis terrorismu. Hesi fremja kirminelt virksemið og brúka harðskap og hóttanir móti lógligum virksemið, borgarum og arbeiðsfólki. Harafturat gera hesi stóran skaða á ognir har øll vápn verða brúk fyri at náða einum politiskum málið ella fyri at náa einum skara av samsintumfólki sum einki hava við tey at gera sum verða rakt av harðskapinum og kriminellu atsóknunum. Ofta brúka hesir umhvørvisterroristarnir symbolskar handlingar har tey planleggja stórar fjølmiðlasøgur og brúka miðlarnar til at fáa eina ógvuliga einstáttaða mynd av veruleikanum fram. Men tey fara heldur ikki av vegnum fyri at fremja ógvuslig álop sum at søkkja skip, spreingja royndarstovur í luftina og annað……..

Í 2008 metti F.B.I. at í sjálvum USA var hóttanin frá Umhvørvis Terror felagsskapum sum eru enn meira víðgongdir enn Sea Shepherd mest álvarsama hóttanin móti innlendis trygdini.

Kelda: www.fbi.gov