FBS hevur avgjørt at heita á Boga Simonsen, Magna Jøkladal, Símun Lassaberg og Arna Mikkelsen, um at umboða Føroyar í NM-kappingini í Danmark á hvítusunnu næsta ár.
Úttøkan av landsliðnum er gjørd, sum ein avtala millum teir fýra spælararnar og FBS. Júst hesi bæði pørini hava síðstu árini, við góðum úrslitum, umboðað Føroyar áður.
Hetta er tó fyrstu ferð at liðið sjálvt kemur at standa fyri venjingini, ið fyri langari tíð síðan er byrjað.
Í avtaluni við teir fýra spælararnar er avgjørt, at teir umboða Føroyar í NM, og at teir sjálvir standa fyri venjingini. Avtalan sigur eisini, at ongin landsliðsvenjari verður settur til NM-kappingina. Men landsliðið fær høvi at luttaka í German Trophy -kappingini.
Samstundis er avtalað við teir fýra spælararnar, at teir skipa fyri 3-4 skeiðum fyri bridgespælarum í Føroyum í vár.




