Umleið 2500 áskoðarir, harav 200 føroyingar, møttu til seinna uppflytingardystin millum Fremad Amager og Brabrand seinasta leygardag hin 21. juni í Sundby Park á Amager.
Fyrri dysturin vann Fremad Amager 0-1, men tað skuldi ikki vera nøkur sovipúta, sum Todi Jónsson tók til áðrenn endaliga dystin.
Seirri uppflytingardysturin henda góðveðursdag vann Fremad Amager 3-0 og sostatt flytur liðið við nýggja navninum “FC Amager” saman við Roskilde upp í næstbestu deildina “1. división” komandi kappingarár, sum longu er almennakunngjørd. Á heimasíðuni hjá DBU stendur at FC Amager fær eina tunga byrjan 10. august tá teir heima gesta Lyngby, sum júst er flutt niður frá Superliga-deildini. Fleiri av spælarnum hjá FC Amager hava áður leikt við Lyngby. Tað sigst at FC Amager lúrir uppá forsterkningar og nakrir veningardystir verða leiktir undan ligadystin móti Lyngby. Spælarnir eru nú farnir í summarfrítíð. Myndin vísur ein stoltan Toda Jónsson, adm. stjóri í FC Amager, sum ynskir nøkrum garvaðu Fremad Amager fjepparum tillukku eftir dystin seinasta vikuskiftið. Sjálvt um Fremad Amager vann dystin og flutti upp, so var tað tungt og persónligt hjá loyalu fjepparunum seinasta leygardag at kunna viðganga niðurlegging av gamla navninum og góðkenna nýggja navnið. Sí fleiri myndir av dystinum og av føroyingum á: www.FOinvasion.dk
Kelda og mynd: FO INVASION




