Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

FC Luzern fjepparar vitjaðu borgarstjóran

Jóhann Lützen

Nakrir FC Luzern fjepparar búgva í Klaksvík og Jógvan Skorheim hevði sett teimum stevnu í býráðshúsunum í góðveðrinum í dag.

Í morgin spælir KÍ móti FC Luzern á Svangaskarði.

Tað ljóðar at eini 150 FC Luzern fjepparar eru komnir til landið í samband við dystin. Flestu teirra búgva í Tórshavn, men nakrir hava valt tað ultimativa Klaksvíks upplivilsi og hava funnið sær innivist í heimsins vakrasta býði.

Til fyrra dystin í Luzern møtti Jógvan Skorheim einum fjeppara og teir avtalaðu at hittast aftur, til returdystin í Føroyum. Nakrir FC Luzern fjepparar fáa sostatt tað heilt stóra upplivilsi í hesum døgum. Í sólini í dag vitjaðu teir á skrivstovuni hjá borgarstjóranum. 

Tummas Lervig, formaður í KÍ kom framvið og mynd varð tikin uttanfyri.

Dysturin byrjar í annaðkvøld kl. 18.00