Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FC Suðuroy venur tvær ferðir um dagin

Jákup Ósá

Hava vant 6 ferðir um vikuna síðani oktober. Eisini hevur hann sítt boð uppá ein komandi FM vinnara.

Hava vant 6 ferðir um vikuna síðani oktober. Eisini hevur hann sítt boð uppá ein komandi FM vinnara.

At uppflytararnir úr FC Suðuroy arbeiða hart fyri at kunna standa seg í bestu deildini í ár er lítið at ivast í. Síðani kappingarlok í fjør hevur hópurin vant 6 ferðir um vikuna, sigur venjarin.

– Vit hava vant 6 ferðir um vikuna síðani í oktober. Hesa vikuna venja vit eisini tvær ferðir um dagin í trimum av døgunum. Í næstu viku fara vit so at venja nakað minni, tá tað av álvara nærkast til kappingarbyrjan, sigur Jón Pauli Olsen, sum hevur góðar vónir til kappingina.

Hann sigur, at FC Suðuroy hevur fingið góðan styrk í Høgna Madsen og trimum útlendingum. Men felagið hyggur eisini eftir meira styrki til miðvøllin.

Víkingur ella B36 vinnur FM

Tá vit spyrja venjaran hjá FC Suðuroy um, hvøjrum liði hann væntar nógv av í ár, so sigur hann tey somu trý liðini, sum í fjør endaðu ovast.

– Eg havi hug at seta Víking til FM vinnara. Men B36 er kanska eitt líka gott boð og so kemur HB beint aftanfyri. Hasi trý vænti eg mær mest av, har eg helli mest til Víking og B36, sigur Jón Pauli, sum ikki vil seta navn á liðini, sum fáa tað trupult í ár.