Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FC Suðuroy vitjar KÍ

Jákup Ósá

Áhugaverdur 1.deildardystur verður í Klaksvík í dag, har KÍtekur ímóti FC Suðuroy.

 

FC Suðuroy flutti niður úr Effodeildini í fjør. Nú eru teirfarnir undir at byggja eitt heilt nýtt lið upp og tí er liðið rættuliga ung íár. Fyri tað mesta eru tað 1995 og 1996 árgangirnir, ið mynda liðið hjásuðuroyingum, ið sostatt byggja upp til framtíðina.

Hjá KÍ hevur talan eisini verið um eitt ungt lið í ár og tíhava úrslitini verið nakað óstøðug. Nógvir leikarar, ið eisini leika við U18,spæla á liðinum umframt at tað altíð eru nakrir frá Effohópinum, ið hjálpa til.Effohópurin hevur frí hetta vikuskiftið og tí kann væntast, at leikarar sumSørmundur Kalsø, Ísak Simonsen, John Hammer, Jóhan Jacobsen og Heðin Klaksteinkoma at vera við frá byrjan í dag. Tí má KÍ metast sum favorittur til dystin.

 

Undan dystinum liggur FC Suðuroy á 4. plássi við 20 stigum,meðan KÍ hevur 19 stig á 6. plássi. Kappingin um at flyta upp er hørð, hóastB68 í løtuni er nakað frammanfyri hini liðini, ið kunnu flyta upp.B68 hevur 26stig, meðan Skála hevur 20 stig á 3. plássi.

 

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00 og dómari verður RúniGaardbo.