Dysturin á Tórsvølli er nú liðugur og upp undir endan stóð so at siga FCK á øllum
Heimildarmaður okkara í Havn sigur, at spælið hevur gingið javnt á, tó hevur HB havt fleiri málmøguleikar, sum teir tó ikki hava megnað at brúkt. Men í 43. minutti varð Todi feldur í brotsteiginum og fekk brotsspark, sum Santos setti í netið til hálvleiksstøðuna 1-0 til FCK.
13. min. í seinna hálvleiki.
FCK byrjaði betur í seinna hálvleiki, nakrar útskiftingar vórðu gjørdar í hálvleikinum, millum annað fór Todi Jónsson út. Tá bert tveir minuttir vóru leiktir legði FCK seg á odda 2-1, men síðani kom HB fyri seg aftur og Rúni Nolsøe skoraði fyri HB til 2-1 til gestirnar.
27. min. í seinna hálvleiki
FCK trýstir nú HB av álvara. Spælið gongur alt meira og meira fyri seg á HB hálvuni og síðani vit vóru inni seinast hevur Michael Silberbauer tvær ferðir sett bóltin í netið hjá HB, so nú er støðan 4-1 til FCK.
90. minuttir farnir og dysturin lokin
Tað gekkst ikki HB líka so væl sum tað gekkst hjá KÍ í Klaksvík. HB tapti dystin við fýra málum móti einum. Heimildarmaður okkara í Havn sigur, at størsta partin av seinna hálvleiki stóð FCK á nærum øllum, so úrslitið var helst í samsvari við leikgongdina.
Úr Havnini frætta vit at 1.750 atgongumerki vórðu seld til dystin og saman við atgongumerkjunum í Klaksvík fer talið av seldum atgongumerkjum til dystirnar hjá FCK helst at toga upp ímóti 2.500 .




