Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FDF Odense Musikkreds frálíka konsert í Spinnarínum

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 17.00 var ein frálík konsert við hornorkestrinum, FDF Odense Musikkreds í Spinnarínum.

Í gjár møtti FDF Odense Musikkreds einum øðrum hornorkestri av tilvild í Tórshavn – Young Brass frá Skanderborg. Teir gjørdu ikki matari enn at møta upp til konsertina hjá FDF seinnapartin í Klaksvík hjá nýkomnu vinfólkunum úr Odense.

Tí taldi áhoyrarafjøldin ikki færri enn 70 fólk, sum má sigast at vera væl á hásumri.

FDF Odense Musikkreds var væl fyri og væl leikandi við heili 28 leikarum.

Fleiri av løgunum vóru kend hjá Klaksvíkar Hornorkestri, sum var vertur fyri konsertini og einum bita aftaná. Tey spældu løg av m.a. Goff Richards og Alan Fernie, sum Klaksvíkar Hornorkestur hevur spælt.

Eisini  spældu tey m.a. Pirates of the Caribbean – Gøta, Bohemian Rhapsody, Stålhimmel, The Ugly Duckling og saman við kenda oboleikaranum, Josephine Petersen sum hevur spælt við Føroya Symoniorkestri nakrar ferðir, spældu tey av A. Piazzolla, OBLIVION og temalagið til filmin, Mission hjá E. Morricone, GABRIEL’S OBOE – Sera væl spælt av henni og samspælið við orkestrið, tó at talan var um eina ”stakkals” Obo, riggaði stak væl!

Við til seinasta lagið spældi ein 12 ára gamal gestatrummuleikari frá Young Brass. So hesa løtuna spældi orkestrið við tveimum trummuleikarum – og tann ungi kendi rættiliga sítt handverk.

FDF Odense Musikkreds varð stovnsett í 1940 og er tí 10 ár eldri enn Klaksvikar hornorkestur. Ferðalagið sum telur 40, har av úr orkestrinum eru um 28 spælarar – eitt væl mannað lið.

Vitjaðu í býnum

Í morgun vitjaðu tey Nólsoyar Páls húsið, síðani býráðið, har borgarstjórin var vertur og fingu tey eina kunning um Klaksvík. Eftir tað fingu tey ein bita.

Síðani sóu tey mentanarhúsið, sum hugtók tey – at ein býur uppá 5000 kundi byggja so flott og væl. Alex Sólstein greiddi væl frá Christianskirkjuni, áðrenn farið varð á gátt í venjingarhølunum hjá Klaksvíkar hornorkestri.

Ein frálík konsert við nógvum áhoyrarum. Eftir konsertina bjóðaði Klaksvíkar hornorkestur ein góðan bita í Spinnarínum, áðrenn ferðin lá aftur til Havnar, har tey í morgin spæla í Musikkskúlanum við Landavegin kl. 14.30.

FDF takkaði fyri ein góðan dag í Klaksvík og tann blíðskap, teimum var sýndur – eins og góðar frásagnir í býráðnum  og í kirkjuni.

Young Brass frá Skanderborg, eitt gott ungdóms hornorkestur, spæla við guðstænastuna í Christianskirkjuni komandi sunnudag – Og beint eftir sjálva guðstænastuna verður ein konsert við teimum í kirkjuni.

Á Føroya ferðini, hava FDF Odense Musikkreds spælt í Runavík, í Klaksvík í dag og í morgin, fríggjadagin spæla tey, sum sagt, í Tórshavn í Musikkskúlanum við Landavegin kl. 14.30.

 

Harleywoodpaint