Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fegin Martin fekk gott úrslit

Jákup Ósá

Føroyskt met og heiðursmerki til Martin Johannesen í RaceRunning í dag.

Føroyskt met og heiðursmerki til Martin Johannesen í RaceRunning í dag.

Í gjár kom mMartin ikki víðari úr bólkinum, tí hann endaði nummar 3 í innleiðandi bólkinum á 100 metrum í RaceRunning kappingini. Tá duldi hann ikki yvir, at hann var vónbrotin. Men í dag bragdaði, tá hann luttók á 60 metra teininum, har tað var soleiðis, at hann kom beinleiðis í finaluna. Martin greiður sjálvur soleiðis frá:

– Fyrsta orðið er JAAAA! Skuffilsi og øðin frá 100 m teininum í gjár, har tað miseydnaðist, bleiv í dag vent til ótrúliga gleði og ”jubilbrøl”. Eg luttók í finaluni í 60 metrum og kom á mál sum nummar 3, og setti persónligt met og føroyskt met við tíðini 00.18,88. Í fjør hevði eg tíðina 00.19,26 so har er væl av framgongd. Eg kann lova tykkum fyri, at tá eg kom um málstrikuna fór eg at rópa og brøla ”YESSS!!!!!!!”, sum hevði eg vunnið HM í RaceRunning, og gjørdi tað í meira enn 15 minuttir eftir at eg var komin á mál. Ein persónligur sigur fyri meg, har eg enn einaferð gav alt eg átti og meir afturat Men hetta hevði eg ikki kunna gjørt hetta uttan fantastiskan stuðul heimanífrá. 1000 TAKK FYRI STUDULIN ØLL SOMUL!!, sigur ein týðuliga fegin Martin Johannesen við Norðlýsið úr Frederiksberg, har kappingin var hildin.

Myndirnar eru frá kappingardegnum í dag.

Lesa aðrar viðkomandi greinar frá somu kapping:

Martin Johannesen endaði nummar 3 í innleiðandi bólkinum

Martin Johannesen í altjóða RaceRunning kapping

Harleyfacadeacryl