Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fegnast stórliga um handilstiltøkini móti Føroyum

Norðlýsið

Felagið fyri Norður Atlantisku Pelagisku vinnuna í ES fegnast í tíðindaskrivið um víðfevnt handilsbann móti Føroyum.

Felagið fyri Norður Atlantisku Pelagisku vinnuna í ES fegnast í tíðindaskrivið um víðfevnt handilsbann móti Føroyum.

Í tíðindaskrivinum stendur m.a.:

… eftir ein sera væleydnaðan fundi fyrrapartin í dag við ES kommiserin, Maria Damanaki, eru vit sannførd um at eitt munagott handilsbann verður sett í verk.

… Hesi tiltøk eru beinleiðis avleiðing av ábyrgdarleysu fremferðini hjá Føroyum í samband við fiskiskapin eftir Norðhavsild.

…. Vinnan er sannførd um at handilsbannið eisini ferð at raka onnur fiskasløg sum makrel. Í hesum sambandi hevur pelagiska vinnan í ES heitt á ES kommisjónina um at víðka handilsbannið til eisini at umfata føroyska laksainfluttningin til ES.

Kommiserurin ásannaði at laksurin var knítt at makrelinum og sildini tá úrdráttir úr sild og makrel verða nýtt í framleiðsluni á fóður til alivinnuna.

Gerard van Balsfoort, formaður fyri felagið sum umboðar pelagisku vinnuna í ES, NPWG, sigur soleiðis:

“Í dag hittu vit ein sera avgjørdan kommiser sum var avgjørd um at hon ætlaði sær at gjøgnumføra neyðug tiltøk fyri at steðga ábyrgdarleysu framferðini hjá Føroyum…..

….vit eru serliga væl nøgd við at kommiserurin arbeiður við at brúka sama leist til at seta tiltøk í verk móti Íslandi og Føroyum…..

LES EISINI: DANSKA STJÓRNIN FEKK EINKI BURTUR ÚR FUNDI VIÐ MARIU DAMANAKI

TÍÐINDASKRIVIÐ sum er á enskum sæst niðanfyri