Hetta sigur Jákup Mikkelsen, formaður í Trivnaðarnevndini, nú landsstýrismaðurin Hans P. Strøm hevur sett útbyggingarnevndina.
Jákup Mikkelsen sigur í stuttari viðmerking til Norðlýsið, at hann er sera fegin um at landsstýrismaðurin nú hevur sett nevndina til útbygging og nútímansgerð av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Ikki minst er tað umráðandi at hugt verður nærri at upptøkuøkinum, soleiðis at Klaksvíkar Sjúkrahús eisini fær Eysturoynna sum upptøkuøki. Hetta seinasta kann leggja lunnar undir eina spennandi framtíð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, sigur Jákup Mikkelsen at enda.




