sigur Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, sum í gjárkvøldi var við til at
samtykkja fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 2006
Hóast fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur eitt háll upp á góðar 20 millíónir krónur so heldur Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, at tað er at fegnast um at skattaprosenti verður tað saman.
-Av tí at vit ikki hækka kommuskattin í Klaksvík so fara borgarar í kommununi at merkja skattalættan sum landstýrið ætlar at fremja.
-Eisini hevur býráði samtykt at halda verandi rakstrarútreiðslur og tað hevur týdning í hesum døgum tá útlitini ikki eru so góð.
– Hóast vit hava hildi fast við verandi útreiðslustøði av rakstrinum so er raksturin dýrkaður við tí sum er lagt út frá landinum til kommununa at umsita.
-Hinvegin er tað ikki í lagið at vit ikki enn hava fingið eina langtíðar íløguætlan og hetta eftirlýstu vit í minnulutanum á býráðsfundinum í gjárakvøldi. Vantandi verður arbeiði við at gera eina langtíðar fíggjarætlan
liðugt í mars mánaða komandi ár.
-Vit mugu verða varin við at fíggja íløgur við lántøku tí hóast kommunan er væl fyri í løtuni so er tað skjótt at koma upp um eina álíkning í skuld.
– Tað er umráðndi at tá ið lántøka skal fíggja íløgur so skal tað gerast útfrá eini raðfesting av hvørjum verkætlanum vit ynskja og megna at fremja í hesum valskeiðnum.




