Leygarkvøldið 3. november vóru Høgni Lisberg, Crawling Blue, Simon Mathew og Boys in a Band á palli í ítróttarhøllini í Runavík.
Í pallskiftunum varð kryddað við forkunnugum mótashowi við vælumtókta mótahandlinum Trend Floor í Saltangará og nýskapandi tónleiki hjá DJ Playmo av Strondum, sum vit óivað fara at hoyra nógv meira til í framtíðini.
Konsertin, sum var sera væl eydnað, var fyriskipað sum eitt tiltak í Mentanarvikuni í Runavík og var sostatt eitt av mongum tiltøkum í Mentanarvikuni, sum var hildin frá sunnudegnum 28. oktober til sunnudagin 4. november. Høvuðsstuðlar hjá Mentanarvikuni eru Eik Banki og Runavíkar kommuna.
Umleið 600 fólk høvdu leitað sær til Runavíkar á konsert og dans hetta kvøldið. Hetta vóru ikki so nógv fólk, sum tá konsertin hevur verið undanfarin ár. Ein orsøk kann vera nógvu ítróttarveitslurnar og onnur tiltøk, ið vóru fyriskipað sama kvøld.
Frásøgufólk til tiltakið var Hallur Hansen úr Saltangará, og hann kom serstakliga væl frá uppgávuni. Hann gav seg 100 procent og gjørdi veruliga sítt til at fáa fólkini í gott lag.
Fyrst á pallinum var Høgni Lisberg við bólki. Tónleikararnir í bólkinum eru allir kend andlit innan føroyska tónleikaheimin, og tað er ikki av ongum, tí teir eru veruliga millum teir bestu. Løgini hjá Høgna eru góð, og tónleikaliga góðskan gjørdist uppaftur betri av dugnaliga bólkinum, sum spældi væl saman. Høgni er ein dugnaligur sangari, og hansara framførsla var sum altíð sera góð. Serliga var tað kenda lagið Lela, sum fekk stemningin hjá áhoyrarunum í topp.
Eftir frálíku framførsluna hjá Høgna Lisberg, komu Crawling Blue á pallin. Crawling Blue eru veruliga á veg fram- og uppeftir í føroyska tónleikaheiminum, og eisini har eru tónleikararnir ótrúliga góðir. Bólkurin spælir vælsvingandi tónleik, sum áhoyrararnir tóktust at dáma sera væl. Uni Reinert Debes klárar væl leiklutin sum forsangari, men megnar samstundis at vera ein natúrligur partur av bólkinum; serliga stuttligt var tað at síggja stóru spæligleðina hjá teimum, sum sjálvsagt hevur eina jaliga ávirkan á heildarmyndina og huglagið á framførsluni hjá Crawling Blue.
Eftir Crawling Blue hevði mótahandilin Trend Floor eitt sera forkunnugt Trend Show. Fólk vóru veruliga tikin á bóli, tá ið ein flott, hvít limosina kom koyrandi inn eftir gólvinum í høllini við modellunum í. Showið var sera nýskapandi og passaði væl til atmosferuna. Tað kendist á fólki, at hetta var ógvuliga áhugavert. Eigarin av mótahandlinum Trend Floor, Hans Olsen, hevur veruliga skilt, hvussu ein ikki bert marknaðarførir seg við klæðum, men eisini við image.
Aftaná mótashowið kom høvuðsnavnið á pallin, nevnliga Simon Mathew. Simon Mathew hevur fyrr verið á palli í Føroyum, og hesaferð hevði hann sín egna tónleikabólk við sær úr Danmark. Tónleikurin hjá honum er lættur rokkur og poppur, sum fellir væl í oyrað á fjøldini. Bólkurin hevur fyri kortum givið út lagið placeStateNever Another You á singlefløgu, og tað sást, at áhoyrararnir kendu sangin aftur, tá ið lagið rungaði um alla høllina. Simon Mathew gav seg hundrað prosent á pallinum, og tað sama gjørdu hinir tónleikararnir í bólkinum, sum veruliga sóu út til at hugna sær.
Síðst, men sanniliga ikki minst, komu nýkosnu vinnaranir av GBOB kappingini Boys in a Band á pallin. Boys in a Band eru eftirhondini heimskendir í Føroyum, og so skjótt, teir trinu á pallin, fyltu teir alla høllina við teirra jaliga, popputa og sprelllivandi tónleiki, sum áhoyrararnir kenna og elska. Áhoyrararnir vóru heilt uppi at koyra, tá ið kendi sangurin Secrets To Conceal var á skránni, og góði hýrurin helt sær heilt til endan á konsertini.
Rannvá Troest




