Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Feitt í Fuglafirði

Erik Biskopstø

Í vikuni bjóðaði 10. flokkur í Fuglafirði næmingum úr framhaldsdeildunum at síggja eina spennandi uppseting av Grease sangleikinum.

Hósdagin vóru tað 9. flokkarnir frá skúlanum á Ziskatrøð, sum leitaðu sær yvir um fjørðin og løgdu leiðina til Fuglafjarðar, har 10. flokkur hevði spílað seg út við eini sertakari føroyskari framførslu av tí so væl kenda Grease sangleikinum.
Grease gjørdist eitt heimshitt í 1978 við John Travolta og Oliviu Newton John í høvuðsleiklutunum og hevur bergtikið mangar tanáringar síðani.

Umframt at spæla á pallinum syrgdu næmingarnir eisini fyri ljóðinum og ljósinum. Men hvussu mundi Grease rigga á føroyskum? Tað vóru tað ivaleyst mong, sum mundu spyrja seg sjálvan.

Tað var breið semja um, at hesi ungu fólkini komu sera væl frá hesi krevjandi uppgávuni. Tey vóru ósmæðin og livdu seg væl inn í leiklutirnar. Leðurjakkarnir, hárfeitt, tunaðu tendrararnir og ikki minst tann gamla Kreidler knallertin vóru við til at stuðla undir eina góða heild, og náttkjólaveitslan og slatur og sleyg hjá gentunum var júst sum tað skuldi vera.

Samanumtikið eitt stuttligt og øðrvísi tiltak, sum hevjar seg upp um gerandisdagin hjá næmingunum!

Harleywoodpaint