Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk eins Gekkar

John William Joensen

Í viku 33 keypti Edvard Olsen tvey gekka-hefti frá Statoil (hóskvøldi) og tvey gekka-hefti frá FK í Klaksvík (fríggjakvøldið) – sum vístu seg at vera púra eins! – Hetta var í fínasta lagið, sigur Kringvarpið

Tá Edvard settist at spæla Gekk fríggjakvøldið, gerst hann varðugur við at gekkarnir eru púra eins.

Tvs. at Gekkarnir hann keypti frá Statoil vóru púra eins við teir hann keypti frá FK.

Týsdagin í seinastu viku setti eg meg í samband við Kringvarpið – tí eg ivaðist ikki í at talan var um ein feil, men so var ikki.

– Kringvarpið greiddi frá at tað er møguleiki at fáa eins Gekkar, men hetta skuldi ikki verið gjørligt um eg hevði keypt Gekkarnar á sama staði.

– Hetta var púra ókent fyri mær, og eg spurdi um teir ætlaðu at upplýsa fólki hetta.

– Eg hevði ikki bara fingið eitt par, sum var líkað – men heili tvey eins pør av Gekkum.

– Men Kringvarpið segði at teir høvdu ongar ætlanir um at upplýsa fyri fólki at ein ávís nøgd av Gekkum eru eins.

– Eg spurdi síðani um eg kundi fáa seðlarnar afturgoldnar – eg hevði jú goldið fyri fýra – men hevði í veruleikanum bert fingið tveir.

– Tað var avvíst – tí sambart Kringvarpinum hevði eg vunnið við báðum Gekkunum – um røttu tølini vóru drigin.

– Eg spurdi um eg so hevði sloppið at snarað Gekkahjólinum tvær ferðir um eg slapp ígjøgnum – og vunnið við tveimum Gekkum.

– Men sambart Kringvarpinum hevði eg bert sloppið at snara hjólinum einaferð og annars fingið 400 krónur fyri fulla plátu.

– Eg gjørdi vart við at eg ikki keypti Gekk fyri at vinna 400 krónur – men sjálvandi fyri at sleppa at snæra hjólinum og vinna stóra vinningin – men hetta vístu teir frá sær.

– Mær varð sagt at tað er eitt avmarkað tal av Gekkaseðlum og tí er ávísur møguleiki fyri at fáa eins seðlar.

– At eg ikki kundi fáa endurrinda tveir av gekkunum frá kringvarpinum er mær ein gáta – tí eg havi goldið fyri fýra Gekkar og bert fingið tveir møguleikar at vinna, sigur Edvard Olsen í stuttari samrøðu við Norðlýsið

Lagt skal verða afturat at talan var ikki um at ávísar plátur í gekkaheftinum vóru eins – men at Gekkaheftini vóru púra eins.

Við øðrum orðum er tað fleiri fólk, sum sita í stovum kring landið, við somu plátum, tá Kringvarpið letur upp fyri Gekkinum fríggjakvøldið.

Tað má undir øllum umstøðum sigast verða sera átaluvert at Kringvarpið ikki upplýsir um hetta, og serliga tað at vandi er fyri at fáa eins Gekkaheftir – keypir tú á ymiskum støðum.

Eisini er áhugavert at vita hvussu nógv Gekkahefti – sum eru í spæli – eru eins.

Meira um hetta seinri.