Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fekk landsliðsboðini frá vinmonnum

Jákup Ósá

KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, visti einki um nakra landsliðsúttøku fyrr enn eftir tíðindafundin í morgun, tá hann av vinnmonnum bleiv vaktur við landsliðsboðum.

Lars Olsen hevði tíðindafund kl. 10.00 í morgun, har hópurin til landsdystirnar móti Spania og Noreg bleiv úttikin. M.a. var KÍ-liðskiparin Jákup B. Andreasen úttikin fyri fyrstu ferð.

– Eg hevði frí frá skúlanum fyrrapartin í morgun, so eg var seint uppi. Og eg vaknaði faktisk við, at eg hevði fingið nøkur SMS-boð frá nøkrum vinmonnum, at eg var úttikin til A-landsliðið. So eg visti av ongum fram til kl. 10.30 í morgun. Tað kom kanska eitt sindur óvæntað á. Kanska serliga tí at eg í síðstu viku bleiv úttikin til U21 landsliðið. Men annars haldi eg, at eg havi gjørt ein góðan ”figur” í kappingini og eg visti, at eg var uppá tal hjá Lars Olsen. Tí eg havi eisini vant við A-landsliðnum áður, sigur Jákup við Norðlýsið.

 

Fyrst við U21

Á tíðindafundinum, sum FM1 sendi frá, segði Lars Olsen, at Jákup fyrst skal spæla U21-landsdystin móti Kasakhstan fyri síðani at kom við í A-landsliðshópin, har hann helst serliga er uppá tal til seinna dystin.

– Eg veit ikki, hvør mín leiklutur verður meir enn tað, sum eg havi frætt gjøgnum miðlarnar. Og sum eg skilji, so skal eg spæla U21 landsdystin fyrst fyri síðani at blíva partur av A-landsliðshópinum, sigur hann. Hann dugur illa at siga, um landsliðsúttøkan endurspeglar, at hann hevur sítt besta kappingarár ella ikki.

– Eg havi fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, men um hetta er mítt besta kappingarár er alt ov tíðliga at siga enn. Tað mugu vit síggja, tá 27 umfør eru leikt.

 

Uppskriftin

Jákup er millum teir ungu leikararnar, sum fáa A-landslðsboð. Hann er 20 ára gamal. Uppskriftin fyri ungar leikarar, sum ynskja at røkka so langt er fyrst og fremst nógv venjing.

– Tað er miðvíst og hart arbeiði. Tað snýr seg altíð um at arbeiða harðari enn viðleikararnir og allatíðina hava tað í huganum, at man skal venja eyka nógv. Um man vil vera best, so snýr tað sum um at venja mest. So tað er einfalt. Men man skal eisini tola mótgongd. Blívur man t.d. ikki úttikin til okkurt U-landslið ella til eitt A-lið hjá KÍ ella ikki byrjar inni, so snýr tað seg um at ”reagera” uppá tað og arbeiða enn harðari fyri at sleppa uppí part aftur. Síðani eg kom uppí bestu deildina havi eg eisini lagt stóra orku í at vísa góðan hugburð og geva eitt inntrykk fyri venjaranum, at man vil tað. Tað krevur m.a., at man venur nógv eyka, bæði fysiskt og tekniskt, sigur KÍ-liðskiparin.

Hann fer eftir at fáa spælitíð á A-landsliðnum beinanvegin.

– Eg fari eftir at avrika væl til U21-landsdystin og síðani til venjingarnar á A-landsliðnum soleiðis, at eg verið uppá tal at fáa spælitíð, sigur Jákup at enda við Norðlýsið.

 

Skráin

6. juni: Føroyar-Kasakhstan á Svangaskarði (U21)

7. juni: Føroyar-Spania á Tórsvølli (A-landsliðið)

10. juni: Føroyar-Noreg á Tórsvølli (A-landsliðið)

Harleywoodpaint