Torleif Sigurðsson, reiðari á Kvikki sigur at skipið vóndi fer aftur til fiskiskap í komandi viku, eftir skaðan tað fekk í ódnarveðrinum náttina til sunnudagin
– Tá hann er útnorðingur ella útnyrðingur vestan blívur tað sera sjaskut við norðara endan á kósabrúnni.
– Teir gomlu kallaðu hetta plássi fyri "Lortendin" tí teir kendu til hvussu umstøðurnar vóru á hesum plássinum.
– Ein kann sjálvandi vera bakklókur og spyrja hví vit ikki fluttu skipið heim á kajuna tá veðrið bleiv sum tað bleiv.
– Kvikkur var sera væl bundin, men bráddliga sleit hann ein enda og síðani tríggjar í senn, og áðrenn teir fingu flutt hann, rak skipið aftur á Klakk, sum lá beint aftanfyri.
Aldubrótara
Torleif Sigurðsson, sum í mong ár hevur sitið í havnanevndini hjá býráðnum, sigur at tað er tí uppá at okkurt verður gjørt fyri at bøta um umstøðurnar norðuri á Lortendanum.
– Vit hava ofta tosða um ymiskar loysnir og einaferð tosaðu eg og Kristian Fríðrikk um at leggja ein aliring Norðan fyri Kósabrúnna, fyri at vita um hann ikki kundi taka tað ringasta – men alt bleiv bara við snakk og einki hendi.
– Eg haldið at okkurt eigur at vera gjørt við umstøðurnar tí tað er sera óheppið at bátar og skip ikki kunnu liggja trygg við kósabrúnna.




