Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk trý pør av Gekkum

John William Joensen

Kristian Joensen, úr Klaksvík, skrivar at hann tann 31. august í fjør – óvitandi keyti trý eins pør av Gekkum – men fekk einki endurgjald.

Kristian Joensen, úr Klaksvík, skrivar soleiðis í kjaktorginum hjá Norðlýsinum – Dagur 27. Aug. 2008 07:03:

Havi roynt tað sama

Hendan mailin sendi eg til Jógvan Jespersen 31 august í 2007

Hey Jógvan!

Nú havi eg sitið sum á nálum hvørt fríggjakvøld í fleiri ár og spælt Gekk. Men ongantíð havi eg følt meg so snyttan sum í kvøld 31 August 2007. Eg hevði verið og keypt mær 6 gekkar.

3 keypti eg í Kiosk Vár í Klaksvík og 3 Keypti eg so á Shell støðini í Klaksvík, tá so Gekkur byrjar og eg havi sett meg væl til rættis, uppdagið eg nakað ið hevði verið ein super søga hja t.d Oyggjatíðindi, Gekkarnir eru eins, also teir trýggjir frá Kiosk Vár eru AKKURAT líka sum teir trýggjir ið eg keypti í Shellstøðni. Eg føli meg snyttan fyri øll tey árini ið eg havi spælt gekk.

Svarið eg fekk var:

Hatta hevur sína forkláring. Eg havi roynt at ringja til tín, men tú svarar ikki. Ring til mín á 25XXXX

Síðani ringdi eg og fekk at vita tað sama, sum Edvard, at soleiðis var tað bara og at eg ikki skuldi keypa gekk á fleiri støðum og at eg bara var óheldigur.

Harleywoodpaint