Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk zombiemariuhønu og snyltaravespur við jólatræ

John William Joensen

Ragnhild Ellingsgaarð, sum býr á Vágsheygnum í Klaksvík, fekk sjálvsamar gestir inn í stovuna við jólatrænum. Fyrst helt hon at talan var um vanligar mariuhønur, men skjótt fann hon út av at snyltara verður høvdu sett búgv í Mariuhønunum.

Ragnhild Ellingsgaarð, sum býr á Vágsheygnum í Klaksvík, fekk sjálvsamar gestir inn í stovuna við jólatrænum. Fyrst helt hon at talan var um vanligar mariuhønur, men skjótt fann hon út av at snyltara verður høvdu sett búgv í Mariuhønunum. 


Á Facebook skrivar Ragnhild soleiðis:

Fyri fyrstu ferð skrásett í Føroyum: Søgan um zombiemariuhønuna og snyltaravespurnar!

Fyrsta myndin er av glasinum við okkara fittu mariuhønum, sum komu undan jólatrænum. Seinna myndin er av tveimum av mariuhønunum, sum nú hava fingið hvørsína kokon undir búkinum.

Fyrst ivaðist eg ikki eina løtu í, at tær mundu fara at leggja ungar – men eftir at hava googlað fann eg útav, at mariuhønur leggja egg og ikki larvur. Talan er ístaðin um – halt tær nú fast!- vespur, sum hava lagt egg í sjálva mariuhønuna. Ja, tú las VESPUR!

Tíbetur vildi Jens Kjeld í Nólsoy adoptera tær frá okkum. Og hann ansar teimum væl, skal eg heilsa og siga… 

P.S. Næsta ár verður tað altso eitt jólatræ úr plastik! Úlakk!


Fuglafrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen, skrivar soleiðis:

Hjá familjuni Ragnhild Ellingsgaard settu tey jólatræið upp í stovuni tveir dagar undan jól í 2013. Ragnhild skrivar soleiðis: “Men eftir bara 20 min. livdi undir trænum; mariuhønur, eiturkoppar og onnur smákykt hugnaðu sær óført og sóu út til at ætla sær at inntaka stovu okkara. Vit gjørdu skjótt av – blakaðu træið út í tún, tóku dustdúgvaran fram og góvu øllum húsinum ein ordans umgang. Nakrar mariuhønur (uml. 12) høvdu tó eydnuna við sær. Tær tóku búgv í einum stórum glasi og hava hugnað sær har við granni og øðrum góðum líka til nú”.

08. januar 2014 legði Ragnhild til merkis, at 2 av mariuhønunum lógu púra kvirrar við hvør síni “kokon” millum beinini, har ein reivvera var í. Ragnhild fór so á netið at leita eftir upplýsningum, og hon kom fram til, at tær báðar mariuhønurnar høvdu havt ein sník av eini vespuormveru í sær.

Eg var so heppin, at fáa glasið við teimum 12 sjeyplettutu mariuhønunum, harav 2 av teimum høvdu eina “kokon” við eini vespuormveru av slagnum Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) undir sær. Hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Føroyum.

Vespan Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) brúkar mariuhønuna sum klekimaskinu: Vespan leggur eitt egg inn í bleyta búkin á mariuhønuni. Har búnast eggið til eina ormveru, sum eftir eini 18-27 døgum gnagar eitt lítið hol í búkin á mariuhønuni. Síðani spinnur ormveran eina kokon millum beinini á mariuhønini, sum ikki flytur seg av ormveruni, meðan alt hetta fer fram. Vespan kemur úr kokonini eftir 6-9 dagar. Vespuormveran “heilavaskar” mariuhønuna, so hon verjir allan ágang mótvegis kokonini. Sostatt avger sníkurin – sum er vespuormveran, hvat mariuhønan ger, og á enskum verður hetta kallað ”bodyguard-manipulation” – ella stýring av lívverja.

E.S. Ragnhild ætlar at brúka plastikk jólatræ framyvir, men tað haldi eg er stórt spell, tí við einum “livandi” jólatræ fært tú nógv meira fyri pengarnar, tí sum oftast eru nógv fleiri spennandi og eksotiskar gávur á sjálvum trænum enn undir tí.

SÍ MYNDIR Á HEIMASÍÐUNI HJÁ JENS KJELD