Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Felag hjá Jørgen Niclasen eigur partabrøv í Atlantsflog

John William Joensen

Tað skrivar Dimmalætting sum kemur í sølubúðirnar í kvøld

Dimma skrivar m.a.:

Eitt felag, sum Jørgen Niclasen eigur ein triðing av, eigur fyri umleið 130.000 krónur(dagsins virði) í partabrøvum í Atlantsflog.

– Tað er nýtt fyri meg, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar til Dimmu.

Formaðurin í Fólkaflokkinum hevur m.a. sett samgonguna uppá spæl tí landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur ætlanir at hækka umboðanina hjá landinum í samsvar við partapeningin, sum landskassin eigur í felagnum.