Í samband við útmeldingina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, í Kringvarpinum hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sent honum eitt skriv um, at vit ynskja nærri kunning. Gleðiligt er tað sjálvandi at lesa á portalinum í dag 3. oktober, at Karsten Hansen nú byrjar eina tilgongd har han ætlar at viðgerða spurningin grundiga og gjølla saman við avvarandi pørtum.
Tíðindaskriv

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil tó gera vart við, at vit halda at tað er ómetaliga óheppi alment at koma við slíkum útsøgnum. Hesin framferðarháttur landsstýrismaðurin hevur valt, skapar óneyðugan ótryggleika og øsing á arbeiðsplássinum innan heilsuøkið.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar metir hetta vera eitt álvarsmál. Um Føroyska heilsuverkið framhaldandi skal bjóða viðgerð og røkt á høgum fakligum støði er neyðugt við fakligari leiðslu við høgum fakligum kunnleika.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer í næstum at kalla allir limir í leiðandi størvum til fundar at viðgerða hesa álvarsligu støðu.
Tórshavn, tann 3/10-13
Vegna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna