Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Felags foreldrafundur

Hannefíða Joensen

Hóskvøldið 20. oktober kl. 19 verður felags foreldrafundur í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Forkvinnan í skúlastýrinum, Mildrid á Lógv, greiðir í stuttum frá arbeiðinum hjá skúlastýrinum í 2016.

Síðani fer Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur at hava eina framløgu, har evnið er:

”Góð sálarheilsa – hvussu ansa vit eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum?”

Kaffimuður verður eisini at fáa. Møtið fjølment!


Skúlastýrið á Skúlatrøð