Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Felags limafundur

Tíðindaskriv

Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava gjørt av at hava felags limafund á Búnaðarstovuni í Kollafirði, leygardagin 12. januar kl 14.00.

Evni: Ferðavinna við atliti til vernd av náttúru og gongd í haga.

Endamál: Hvat siga limirnir.

Nógv kjak, bæði millum fólk og í politisku skipanini, hevur verið seinastu tíðina, um rættin at ferðast frítt í høgunum, hetta kemst av tí nógv øktu ferðsluni í náttúruni, serliga frá ferðavinnuni.

Hvat gera vit við hendan trupuleikan/ møguleikan?

Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum – hvussu fáa vit sum frægast burturúr?

Kunnu vit skipa okkum við felags leisti?

Møti fjøllment!

Vegna nevndirnar 

Bóndafelag Føroya
Sigert Patursson  
Tlf. 21 47 09
 

&

Óðalsfelagið
Niels T. Pedersen
Tlf. 58 84 44