Verkamannafeløgini í Norðoyggum heita nú í felag á nevndina í Føroyagrunninum um at hava eina jaliga tilgongd til at menna fiskivinnuna á sjógvi og á landi
Til Nevndina í Føroyagrunninum
Vit vilja hervið heita á Føroyagrunnin um framhaldandi at verða við í Fiskivinnuni í Norðoyggjum. Føroyagrunnurin hevur síðani stovnanina í 1971 verði týðandi partur av grundarlagnum undir fiskivinnu-samfelagnum í Norðoyggjum. Saman við lokalum kreftum hava tit veri við til, at tað hevur veri nógv virksemið í Norðoyggjum.
Vit vóna at Føroyagrunnurin framhaldandi vil hava eina jaliga tilgongd til at menna fiskivinnuna á sjógvi og landi.
Klaksvík tann 3 Desembur
Virðingarmest
Nevndin fyri Grunnurin 92 – Grunnurin hjá verkamannafeløgunum í Norðoyggjum
Arthur Guðjonsson, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Jastrid W. Niclasen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Ólavur Ó. Poulsen, Klaksvíkar Útróðrarfelag
Anskar Hansen, Klaksvíkar Handverksmeistarafelag
Heini Heinesen, Handverkarafelagið




