Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Felagsroynd fyri 7. flokkarnar

John William Joensen

Í dag sita næmingar úr øllum skúlum í norðoyggum á eini felagsroynd í Fimleikarahøllunum.

Skúlastjórin á Ziskatrø, Signar á Brúnni, greiður frá at endamálið við tiltakinum er at menna samstarvið millum skúlarnar og lærararnar.

– Skúlarnir í Norðoyggjum hava í eina tíð tosað um at gerða eina felagsroynd fyri 7. flokkarnar sum eina fyrireiking til framhaldsdeildina tá teir jú savnast í Klaksvík. 

– Lærarar av Viðareiði, Kunoy, Mikladali og Fossanesi hava saman við lærarum á Ziskatrø verið við til at fyrireika felagsroyndina. 

– Eisini eru lærararnir felags um at ganga á vakt og ein bólkur við umboðum frá øllum skúlunum skullu eisini døma royndina.

– Endamálið er at menna eitt samstarv millum skularnar og í felag verða við til at mynda tey krøv sum verða sett næmingum í 7. flokki.

– Tiltakið hevur eydnast sera væl og lærarar eru sera væl nøgdir við samstarvið.