Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Feløg vísa áhuga fyri Høgna

Jákup Ósá

Tað sigur nú fyrrverandi B36 miðvallarleikarin.

Tað kom helst sum eitt slag av sjokk fyri mong, tá B36 á heimasíðu sínari boðaði frá fyrr í dag, at Høgni Madsen og B36 vóru samd um at steðga samstarvinum. Høgni Madsen kom til B36 undan hesum kappingarárinum og var helst sæddur sum avloysarin fyri Eli F. Nielsen. Høgni hevur eisini verið fastur maður á miðvøllinum hjá B36. Hann bleiv skaddur í Sarpugerði í 9. umfari móti Víkingi. Síðani hevur hann drigist við skaða, men var nú við at koma seg og sat á bonkinum seinasta landskappingardyst hjá B36 og spældi við á næstbesta liðnum hjá B36 síðsta vikuskiftið, sum spældi móti Royn síðsta vikuskiftið, tá besta liðið hevði frí.

Høgni Madsen vil ikki koma inná, hví hann og B36 steðga samstarvinum meir enn at hann vísir til tað, sum stendur á B36 heimasíðuni. Nú skal hann taka støðu til, hvat hendir framyvir.

– Tað er einki dramatiskt í hesum. Tað var best fyri báðar partar at steðga samstarvinum og báðir partarnir vóru samdir um at steðga. Tað er áhugi frá øðrum feløgum fyri at fáa meg í sín hóp, men eg havi einki avgjørt enn, hvussu verður framyvir, nú eg eri sáttmálaleysur. So í løtuni er torført at siga nakað um, hvussu mín fótbóltsframtíð sær út, sigur Høgni Madsen við Norðlýsið.