Tað gingu bert fáir tímar so fekk løgmaður svar frá Innlendismálaráðnum og fyri løtu síðan váttað Løgmaður at ein avgerð er vantandi frá Løgmanni hesa vikuna.
Tað gingu bert fáir tímar so fekk løgmaður svar frá Innlendismálaráðnum og fyri løtu síðan váttað Løgmaður at ein avgerð er vantandi frá Løgmanni hesa vikuna.
Løgmaður er í løtuni staddur á Ríkisfundi í Danmark og hevur samstundis brúkt nógva orku til at tosað við útlendskar fjølmiðlar um ES handilsbannið. Heima í Føroyum koyrir nógv umrødda tunnilsmálið har løgmaður í gjárkvøldið kravdi at fáa viðmerkingar frá Innlendismálaráðnum í samband við “avdúking” í Degi og Viku týskvøldið.
Og kl. gott 11 í morgun fekk løgmaður frágreiðing frá IMR.
– Eg havi fingið svar frá Innlendismálaráðnum og fari eg saman við umsitingini at gera okkara egnu metingar. M.a. fara okkara egnu løgfrøðingar at meta um málið og vantandi fari eg at koma til eina niðurstøðu í vikuni, sigur løgmaður í stuttari viðmerking.




