Ísland-Føroyar: Lars Olsen brúkti í fjør júst somu 10 útileikarar til landsdystin móti Týsklandi, sum hann gjørdi í venjingardystinum í ìslandi.
Støðan hjá føroyska A-landsliðinum minnir nógv um støðuna í fjør. Tá spældi landsliðið venjingardyst í Íslandi um somu tíð fyri síðani at spæla undankappingardyst móti Týsklandi nakrar vikur seinni. men hesaferð er dystur móti Kasakstan á skránni nakrar dagar áðrenn Týsklands dystin.
Hyggja vit eftir støðuni í fjør, so brúkti Lars Olsen dystin í Íslandi til at spæla við liðinum, ið bleiv brúkt til til fyrsta undankappingardystin eftir venjingardystin. Málverjarnir Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen fingu tá ein hálvleik í part, meðan útileikararnir vóru júst teir somu til venjingardystin sum til dystin ein mánað seinni.
Teir 10 útileikararnir til báðar dystirnar vóru: Jónas Tór Næs, Odmar færø, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen, Daniel Udsen, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Christian L. Holst og Jóan Símun Edmundsson.
Mikukvøldið spæla Ísland og Føroyar á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Dysturin byrjar kl. 20.45 føroyska tíð. Við hesi støðuni í fjør í huga, so verður spennandi at síggja liðuppstillingina, ið helst fer at geva eina ábending um liðið móti Kasakstan um ein mánað. Sjálvandi tengd at avrikinum, sum í fjør var gott í Íslandi, tó at Ísland vann 2-0.
Føroyar skal til Kasakstan 9. september at spæla, meðan Týskland vitjar í Føroyum 10.september.




