Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer Erla at bjóða Jarnbardi av?

Jákup Ósá

Tað hevur ljóðað, at 5-mannafarið Erla Kongsdóttir hevur umhugsað at bjóðað Jarnbardi av á ólavsøku.

Bæði Erla Kongsdóttir og jarnbardur eru FM vinnarar í sínum bátastøddum á kvinnusíðuni. Og tað hevur verið prát um, at Erla Kongsdóttir hevur umhugsað at farið í eitt 6-mannafar á ólavsøku og harvið bjóðað Jarnbardi av í eini kapping, har ein fekk at vita, hvør besta kvinnumanningin í 2014 er. Men Norðlýsið hevur í kvøld fingið upplýst frá ÍF kappróðri, at Erla Kongsdóttir eisini á ólavsøku rør við Erlu Kongsdóttir. Sostatt verður ikki talan um nakra kapping millum hesar báðar manningarnar, sum hava verið einaráðandi bæði í ár og í fjør.

Erla betri tíðir enn Jarnbardur

Hyggja vit eftir tíðunum á teimum seks stevnunum í ár, so síggja vit, at 5-mannafarið Erla Kongsdóttir við kvinnum á fýra av seks stevnum hevur havt betri tíðir enn Jarnbardur hjá 6-mannaførum við kvinnum. Tað verður sagt, at tað ber ikki til at samanbera tíðir, tí líkindini o.a. kunnu broytast frá einum róðri til ein annan, men ábendingar eru um, at 5-mannafarið í Fuglafirði stendur seg sera væl í mun til 6-mannaførini. Báðir bátarnir hava vunnið allar róðrarnar trygt uttan nevniverda kapping og tí hevur so ofta verið róð uppundir, at hesir báðir bátarnir skuldu farið at kappast. Men soleiðis verður tað sum nevnt frammanundan ikki.

Tíðirnar hava verið soleiðis:

Norðoyastevna

Erla Kongsdóttir 5.41.13

Jarnbardur 5.55.10

Sundalagsstevna

Erla Kongsdóttir 5.48.22

Jarnbardur 5.51.13

Eystanstevna

Erla Kongsdóttir 5.17.05

Jarnbardur 5.29.19

Jóansøka

Erla Kongsdóttir 5.21.07

Jarnbardur 5.18.12

Fjarðastevna

Erla Kongsdóttir 5.10.05

Jarnbardur 5.07.13

Vestanstevna

Erla Kongsdóttir 4.53.12

Jarnbardur 4.54.01