Nógv hevur verið gjørt burturúr, at tryggja, at Kópakonan ikki fer í fyrsta brininum. Fyrst fingu fyrireikararnir eina útrokning frá Landsverk, sum gjødi, at neyðugt var við neyvari verkfrøðingaarbeiði, og tí arbeiðinum hevur Preben Hansen staði fyri.
Nógv hevur verið gjørt burturúr, at tryggja, at Kópakonan ikki fer í fyrsta brininum. Fyrst fingu fyrireikararnir eina útrokning frá Landsverk, sum gjødi, at neyðugt var við neyvari verkfrøðingaarbeiði, og tí arbeiðinum hevur Preben Hansen staði fyri.
Preben Hansen sigur, at um tú hugsar tær ein ljóssteyra, ein av teimum, ið eru konstrueraði úr jarni, so er prinsippið í konstruktiónini inni í Kópakonuni gjørt á sama hátt.
Tríggjar tjúkkar stendug á 48 mm ganga allan vegin upp í akslahædd, so er ein botnpláta, eisini úr rustfríum stáli sveitsað føst í standmyndina og fimm aðrar stálplatur upp eftir við jøvnum millumbilum til akslahædd, við 20 mm boltum eru hesar plátur festar í lappar á 10 mm, sum stoyparin hevur sveitsað á standmyndina innan.
Komið var eisini fram til, at neyðugt var at festa sjálvan Stórakneysa. Stórikneysi er rest av eini flág, ið einaferð hevur ligið omaná helluni, sum vit kenna hana ídag. Til tess at tryggja eyka trýstið, sum kneysin fær orsakað av Kópakonuni, hevur Landsverk borað fimm fjallaboltar 3 ½ metur niður í kneysan, soleiðis at hann nú hevur gott samband við helluna niðanfyri.
Preben Hansen, verkfrøðingur sigur víðari, at hann hevur studerað helluna og umhvørvið har neyvt. Situr tú á trappuni og hyggur oman, so sært tú, at øll hellan er slitin, ta ber boð um at brimið hevur brýnt helluna. Heldur ikki Stórikneysi er sloppin undan. Allan vegin runt um hann er slitið burturav, men uppi á kneysanum sært tú enn boblurnar frá tíðini tá lavain legðist her. Har er ikki slitið, tað ber boð um, at brimið hevur ikki havt somu megi har uppi. Ein eldri mikladalsmaður segði eisini, at hann hevði ongantíð sæð bláan sjógv uppi á kneysanum. Men brimið er ógvusligt her, tað fingu vit sjón fyri sjálvt góðveðursdagarnar vit vóru har, so tað verður óivað dramatiskt at síggja standmyndina tá rættuligt illveður er.
Uppi á Stórakneysa hevur eisini ein lyktapeli av gamla træslagnum staði síðani 1967, hann rotnaði niður fyri kortum.
Nei, sigur Preben Hansen, eg beri ongan ótta fyri kópakonuni.
Niðanfyri eru myndir frá fyrireikingunum, sum ikki hava verið frammi fyrr, tær allar flestu í hvussu so er:




