Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer Team Klaksvík at halda framgongdina?

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur tikið seg nógv fram síðani leikandi venjarin Zarko Pejovic kom til. Spurningurin er so, um liðið kann gera nakað við oddaliðið á heimavølli fríggjakvøldið.

Team Klaksvík hevur tikið seg nógv fram síðani leikandivenjarin Zarko Pejovic kom til. Spurningurin er so, um liðið kann gera nakaðvið oddaliðið á heimavølli fríggjakvøldið.

 

Zarko Pejovic hevur tikið við sum leikandi venjari hjá TeamKlaksvík, sum tí hevur fingið skipaða venjing nú í fleiri vikur. Til dystirnarstendur Fríðin Ziskason við ábyrgdini á síðulinjuni. Móti Kyndli fyri tveimumvikum síðani var um reppið, at liðið fekk javnleik, tá støðan í seinastaminuttinum var 27-26. Meðan Team Klaksvík seinasta vikuskiftið megnaði atfylgja H71 heilt til endans har støðan var javnleikur, tá nærum 50 minuttirvóru farnir. Tískil verður spennandi at síggja, um Team Klaksvík megnar athalda stimanum, har liðið hevur víst stór framstig.

 

Fríggjakvøldið koma so steypavinnararnir og FM favorittarnirá vitjan. KÍF er eisini tað liðið við størsta uppbakninginum, so tað kannvæntast nógv fólk í Badmintonhøllini fríggjakvøldið. Dysturin byrjar kl. 20.