Sessurin sum uttanríkisráðharri hevur ikki gagna undirtøkuni hjá formanninum í Fólkaflokkinum, og nú verður spátt at sterki maðurin úr Øgrum hevur møguleika
Jørgin Niclasen varð valdur sum eftirmaður hjá Anfinn Kallsberg, men enn stríðist vágamaðurin við at vinna álit millum manna.
Seinastu veljarakanningarnar vísa greitt at tá hugsað verður um møgulig evni til løgmannsessin dettur formaðurin í Fólkaflokkinum niðurímillum.
Tað hevur eftir øllum at døma heldur ikki hjálpt at Jørgin Niclasen gjørdist uttanríkisráðharri og spurningurin er um ikki júst sessurin í uttanríkisráðnum er ein kleppur um beinið.
Sum Uttanríkisráðharri ferðast hann nógv og starvsøkið er eitt sindur fjart frá dagligdegnum hjá vanliga veljaranum.
Ørvísið er við Jákup Vestergaard sum fiskimálaráðharri er sentralur í almenna kjakinum – og situr sterkur oman á vinnumálum – hjartabarnið hjá flokkinum.
Spurningurin er um ikki hann hevði staði seg betur um hann slapp at royna seg sum formann.
Í Fólkaflokkinum er tað tingmanningin, sum á Ólavsøku avgerð hvør er formaður og sambært fyrrverandi formanninum, Anfinn Kallsberg, hevur flokkurin fult álit á Jørgin Niclasen.
– Ein fortreyt fyri at klára seg væl í kanningum um løgmans embæti er at tú hevur roynt teg sum løgmann og tað eigur Jørgin á.
– Hann er sera dugnaligur og hevur sjálvsama góðar eginleikar at loysa truplar spurningar.
– Sitandi løgmaður var ikki mettur at verða evni til løgmannsessin yvirhøvur – tá hann tók við sum formaður í Sambandsflokkinum, men nú síggja vit at undirtøkan hjá honum er vaksandi millum manna.
– Taka vit so formannin í Tjóðveldi, so far hann ikki serliga stóra undirtøku samanborið við tað undirtøku sum Tjóðveldi annars hevur fingið frá veljarunum.




