Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer Víkingur aftur at kiksa í ár?

Jákup Ósá

Felagið hevur ongantíð vunnið FM og tí tala søguligu hagtølini ikki fyri, at Víkingur vinnur FM 2016.

Felagið hevur ongantíð vunnið FM og tí tala søguligu hagtølini ikki fyri, at Víkingur vinnur FM 2016.


Fleiri ferðir hevur verið nær við hjá Víkingi, sum bleiv stovnað í 2008, og liðið hevur spælt týðandi oddadystir seint á árinum umframt at havt oddasessin okkurt umfar gjøgnum kappingina nøkur av árunum. Tað hevur tó altíð enda við, at tað til endans hevur kiksað í landskappingini, um vit tosa um at vinna føroyameistaraheitið, sum í fleiri ár hevur verið málsetningurin. Í ár hevur liðið aftur møguleikan, tí Víkingur liggur á odda í landskappingini í løtuni, og so er spurningurin, um Víkingur megnar at basa hagtølunum og siðvenjuni við at kiksa í landskappingini, tá tað snýr seg um føroyameistaraheitið.


Víkingur hevur tveir dystir eftir at spæla – B36 heima og AB úti – og er 1 stig frammanfyri KÍ á 2. plássi.