Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferð komin á góðshavnina í Ánunum

Oliver Joensen

Ætlaða projektið um góðshavn í Ánunum er eyðvitað eitt átak, sum fer at gera Norðuroyggjar meira kappingarførar tá Norðoyatunnilin um stutta tíð verður veruleiki. Møguleikar vera millum annað hjá Norrønu at leggja at í Ánunum.

Rættulig ferð er nú komin á góðshavnina í Ánunum. J&K Petersen, ið seinastu tíðina hava verið nógv upphongdir á Syðradali, vunnu eisini kappingina um arbeiðið við góðshavnini í Ánunum, og nú tað lækkar móti endanum á Syðradali, hevur felagið rættuliga sett gongd á projektið í Ánunum.
Í vikuni var fraktskip norðanfyri "Grønhólm" og legði upp stalprofil, ið skulu nýtast til atløgusíðuna og eisini til roro-portrið í Ánunum.
Havnanevndarformaðurin Torleif Sigurðsson hevði grein í Norðlýsinum fríggjadagin júst um góðshavnina í Ánunum.