Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ferðalag úr Lettlandi vitjaði Klaksvíkar kommunu

klaksvik.fo

Millum tey vitjandi vóru varaborgarstjóri í Riga umframt aðrir politikarar og umboð fyri kommunufelagið í Lettlandi. Tey vitjandi vóru serliga áhugaði í kommunalu tilboðunum á trivnaðarøkinum.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, tók ímóti gestunum í hølunum hjá Ven og Virka á Kjalarvegi. Har greiddi Jóngerð Biskopstø, virkandi leiðari, frá tilboðunum til okkara eldru borgarar, um hvussu tey arbeiða eitt nú við fyribyrging og endurvenjing.

Eftir rundvísingina varð bjóðað til eina framløgu í Smæruni, har tey fingu innlit í kommununa og kommunala landslagið í Føroyum sum heild. Umboð fyri kommunufelagið í Lettlandi hevði somuleiðis eina framløgu, um mentan, samfelagsbygnað og annað viðkomandi. 
Ein áhugaverd vitjan, har tað eisini var týðiligt, at Føroyar og Baltisku londini hava nógv til felags.

Harleyfacadeacryl