Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðaliðið hjá Norðlysinum bíðar í Nólsoyarfirði

Hannefía Joensen

Sum kunnugt so skuldi ferðaliði, sum við Norðlýsinum, Alex og Smyril Line hevur verið siglingsferð eftir Oder ánni, koma á Havnina við Norrøni í morgun kl. 5, men av tí at tað er so nógvur vindur ber ikki til hjá Norrøni at leggja at í løtuni.

So nú liggja tey í Nólsoyarfirði og bíða eftir at vindurin skal minka, og okkum verður sagt at tey vænta at sleppa á land um middag. Um tað verður á Havnina ella hvar tey koma í land vita vit onki um í skrivandi stund.

Vit hava havt orð á tey í telefonini, og tey siga at tey hava havt ein góðan og stuttligan túr og at tey hava tað gott umborð ,og bíða nú spent at koma í land.

Meir seinni