17.mai, um einans eina góða viku, kemur eitt ferðamannaskip til Eiðis
Skipið ber navnið MS Spitsbergen og kemur at liggja á Eiði frá morgunstundini til seint á kvøldi.
MS Spitsbergen er bygt í 2009 og umbygt í 2016, tað er góðar 100 metur langt og tekur sløk 250 ferðafólk.
Talan er um fyrsta ferðamannaskip ið kemur til Eiðis nakrantíð, ella í øllum førum í nýggjari tíð.
Skipið sæst á myndini.




