Skipið kom til bryggju í Ánunum um 10 tíðina í morgun. Celebrity Eclipse kann hava 2.800 ferðafólk, er 1041 føtur langt og siglir um 24 míl.
Ferðamannaskipini steðga ikki leingi. Seint seinnapartin fer tað avstað aftur. Men tey nógvu ferðafólkini fara at seta sín dám á býin í dag.




