Í morgun tíðliga, legði ferðamannaskipið Spitsbergen at kei á Eiði við umleið 240 ferðafólkum. Dagurin í dag 17. mai er tjóðardagur í Noregi og tað fór ikki aftur við borðinum uttan at gjørt var burturúr. Ovast uppi á dekkinum blivu røður hildnar, gingið var við norska flagginum og “Ja, vi elsker dette landet” rungaði í Eiðisflógva í morgun.
Um níggju tíðina fóru nøkur av ferðafólkunum við bussi til gjáar, men tey vóru ikki mong, ið komu í land tíðliga. Ferðamannaskipið liggur tó á Eiði til út á dagin, so á Eiði væntaðu tey nógv fólk í bygdini í dag. Ferðafólkini eru úr Hollandi, týsklandi og aðarasaðni úr Evropa.
Vit tóku nakrar myndir, sum síggjast niðanfyri. Borgarstjóri á Eiði, Jógvan í Skorðini sigur í viðmerking um nýggja stadion, at teir rokna við, at niðara hæddin í ítróttarhúsinum verður klár við umklæðingarrúmum, felagsrúmi og tí sum tilhoyrir ítróttini, og at besta deildin hjá kvinnunum skal eftir ætlan leika dystirnar í seinnu hálvu á Eiði. Við einum brosi sigur Jógvan í Skorini, at hann vónar, at EB/Streymur kann vinna á KÍ kvinnunum á Eiði í ár, soleiðis at tær fáa sítt fyrsta føroyameistaraheitið á Eiði. Annars sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, at avtalað er gjørd við EB/Streym, at felagið leikar heimadystirnar annaðhvørt ár á Eiði og annað hvørt ár við Margáir. Í 2018 verða tí heimadystirnir hjá EB/Streymi leiktir á Eiði í Effodeildini, meðan kvinnurnar tá spæla við Margáir.
Um gamla vøllin á Mølini, sigur Jógvan, at tað hevur rigga sera væl at brúka vøllin til kampingpláss. Tey vikuskiftini, tá gott veður hevur verið, hava sera nógvir kampingvognar brúkt kampingplássið á Eiði. Kampingplássið er tó ikki egna til vetrarparkering av vognum, tí har er ov ábært fyri veðrinum.




