Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðast í egnum landi – Lakeside ein annarleiðis uppliving

Tekstur og myndir: Oliver

Einasta skipið á feskvatni í Føroyum, er helst Lakeside skipið hjá Ólavi Poulsen og fleiri á Leitisvatni/Sørvágsvatni, og tað er eitt ”must” og heilt annarleiðis uppliving.

Einasta skipið á feskvatni í Føroyum, er helst Lakesideskipið hjá Ólavi Poulsen og fleiri á Leitisvatni/Sørvágsvatni, og tað er eitt”must” og heilt annarleiðis uppliving.

Norðlýsið og kunningarstovurnar í Klaksvík, Fuglafirði ogRunavík royndu túrin á egnum kroppi hóskvøldið.

Innbjóðing var komin úr Vágunum langt frammanundan, og táhósdagurin kom, var veðrið als ikki av tí allarbesta. Tað regnaði um alt landiðog skaddan hekk langt oman, eisini í Vágunum, so roknað var við, at túrurin fórat vera avlýstur.

Niels Joensen frá ferðavinnuni í Vágunum stóð fyriinnbjóðingini, og tá vit ringdu til hansara hósdagin at frætta umveðurlíkindini, segði hann avgjørdur: ”Avlýsa, nei, nei, hetta er lakeside ogferðavinnan í Vágunum, vit vilja vísa øllum Føroyum Føroyar frá øllum síðum.Vit sigla, eg heinti tykkum við Magnstøðina í Gøtudali kl. 17.15.”

Hjá okkum var onki annað at gera enn at møta upp.

Túrurin vestureftir gekk væl, tað er skrivað um aðrastaðniher á síðuni. Aftaná at hava vitjað Vallaraheimið á Giljanesi, Airport Hotel oghugt at nýggju Mykinesferjuni ”Jósup”, var farið til løgna Lakeside skipið, sumlá við flúgvarabedingina á Leitisvatni/Sørvágsvátni.

Ólavur Poulsen tók ímóti, og eftir at teir báðir Ólavur ogNiels høvdu lossað matin umborð, maturin var komin av Airport Hotel, sum vitskuldu njóta á túrinum, varð landgangurin tikin og skipið ella flakin settikósina móti Bøsdalafossi.

Vit sessaðust at eta, ímeðan Ólavur Poulsen, ið var skipariá túrinum sáttliga greiddi okkum frá tí vit sóu. Ólavur er kunnugur við søguna,og serstakliga um tað, sum finst um viðurskiftini í Vágunum á skrivt, meneisini veit hann  sera nógvar søgur, sumeinans liva í fólkamunni har vesturi. Eg má siga, at hann var ein sera góðurvertur á øllum túrinum.

Maturin, ja, hann var framúr góður. Ein trivaligur búffurvit eplum, grønmeti og tí sum hoyrir til, og drykkivørður sum okkum lysti.

Komin út á Oyruna, var farið í land, og skiparin gekk á oddaá gongutúrinum út til Bøsdalafoss og norður eftir helluni til vit sóu norðurvið Vágoynni, har serliga Geitaskorðadrangur fangaði eygað.

Nógvur fuglur var eisini at síggja, millum annað einvilldunna við sjey ungum, tosað var um, hvussu mangir av teimum mundu fara atkoma undan. Ein skúgvur fleyg aftur og fram uppiyvir teimum, so helst fór onkurav ungunum at vera skúgvaføði. Ein koloni av ternum var eisini at síggja, ogsum sæst á myndunum, so er paringstíð hjá teimum.

Sum sagt, so var veðrið ikki av tí besta tá vit fóru úrKlaksvík. Men túrurin royndist tó so avbera væl. Sjálvt um skaddan hekkomanyvir okkum, so var lýtt og fjálgt og vit fingu eina uppliving, sum tú ikkifært aðrastaðni.

Nógv var tosað á túrinum úti á Oyruni, um myndirnar sum fórukring heimin í vetur, av briminum, ið breyt heilt niðan á vatnið. ÓlavurPoulsen, skipari greiddi frá, at hæddin av havinum og upp á klettin harBøsdalafossur fer útav er ikki meira enn 27 metrar har kletturin er lægstur.Hann kundi vísa á stórar klettar, ið lógu nógv longur uppi, kanska einar 40metrar frá sjóvarmálanum, ið høvdu flutt seg langar vegir undir ymsum ódnum íhansara tíð.

Eg kundi ikki lata vera við at spyrja, um tað hevði veriðmøguligt at leiga Lakeside til ein fiskitúr á Vatninum. Til tað segði Ólavur ,at tað var onki til hindurs fyri tí. Vit hava fleiri ferðir fiska á leigutúrumvit hava gjørt. Um tú hevur hug at leiga okkum til eitthvørt á Vatninum, so eruvit altíð til reiðar, eisini um veturin, segði hann.

Vit fóru av Magnstøðini í Gøtudali um 17.15 tiðina hósdaginog vit vóru aftur á Magnstøðini um 01.00 tíðina eftir at hava sæð sólina setayvir Vestmannasundi á vegnum heimaftur.

Hvar finna vit vakrari náttúru enn í Føroyum – ongastaðnihar eg havi verið í hvussu so er.

Oliver.


LES EISINI :

Ferðast í egnum landi -Jósup – nýggjur Mykinesbátur

Harleyfacadeacryl