Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðast í egnum landi – Vallaraheimið á Giljanesi

Oliver Joensen

At kunna um hvat tey fáast við vesturi í Vágunum í ferðavinnuhøpi, bjóðaði ferðavinnan í Vágunum Norðlýsinum, kunningarstovunum í Klaksvík, Runavík og Fuglafirði, vestur at síggja og royna nakað av møguleikunum á Vágoynni.

At kunna um hvat tey fáast við vesturi í Vágunum íferðavinnuhøpi, bjóðaði ferðavinnan í Vágunum Norðlýsinum, kunningarstovunum íKlaksvík, Runavík og Fuglafirði, vestur at síggja og royna nakað av møguleikunumá Vágoynni.

Tey settu okkum stevnu í Gøtu. Hósdagin kl. 17, hittust vitøll við Magnstøðina í Gøtudali, har Niels Joensen , ið eigur Vallaraheimið áGiljanesi og eisini bussfelagið á Giljanesi.

Úr Gøtu koyrdu vit so vestureftir við framkomna bussinum.Niels legði alla tíðina upp til kjak um føroysku ferðavinnuna, bæðiinnlendisferðavinnuna og eisini varð kjakst um útlendsku ferðafólkini, ið komuhendan vegin.

Komin í Vágoynna byrjaði hann at greiða frá ymiskum, sum vitkomu framvið, tað fyrsta var sjálvandi Fútaklettur. Komin á Giljanes ,fingu vitat síggja kampingplássið, sum er beint uttanfyri vallarheimið. Her eru góðirmøguleikar at liggja í telti, eins og fasilitetir til campingvognar eisini eru.Tað kemur sera væl við hjá teimum, ið liggja í telti og sum kampera, at liggjavið eitt vallaraheim, tí tá kanst tú eisini brúka fasilitetirnar hjáVallaraheiminum, um tú hevur teir fyri neyðini.

Inni á Vallaraheiminum greiddi Niels okkum frá, atføroyingar ofta ikki vitstu at vallaraheim og stórir sovisalar fyri langari tíðsíðani vóru farin í søguna. Ídag bjóða vit dupult og tveymanskømur, eisini havavit kømur har trý og fýra kunnu sova um ynski er um tað.

Vallaraheimið á Giljanesi er sera væl fyri viðuppihaldsstovu,  og køki við tilhoyrandikøksavdeiling, har tú kanst sita og njóta matin, sum tú sjálvur hevur gjørt,ella keypt. Eisini eru møguleikar fyri at vaska toy um brúk er fyri tí.

Um onkur hevur hug at vita meira um vallaraheimið áGiljanesi, so er bara at ringja á Norðoya Kunningarstovu, tlf. 456939.


LES EISINI :

Ferðast í egnum landi – 62N Airport Hotel

Ferðast í egnum landi -Jósup – nýggjur Mykinesbátur

Ferðast í egnum landi – Lakeside ein annarleiðis uppliving