Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðast ókeypis við Atlantic Airways til ellisár

John William Joensen

Magni Arge, fólkatingslimur, kann í 18 ár ferðast ókeypis við almenna tjóðarflogfelagnum Atlantic Airways. Magni Arge sigur í viðmerking til Norðlýsið at tað er púra vanligt at starvsfólk í flogfelagnum, sum hava starvast eitt ávíst áramál, kunnu ferðast ókeypis við almenna flogfelagnum í styttri ella longri áramál.

Magni Arge, fólkatingslimur, kann í 18 ár ferðast ókeypis við almenna tjóðarflogfelagnum Atlantic Airways. Magni Arge sigur í viðmerking til Norðlýsið at tað er púra vanligt at starvsfólk í flogfelagnum, sum hava starvast eitt ávíst áramál, kunnu ferðast ókeypis við almenna flogfelagnum í styttri ella longri áramál.

Politiska samgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn, sum fólkatingslimurin, Magni Arge, eisini er partur av, hevur sett sær fyri at tað skal ikki verða ókeypis hjá sjómonnum at ”brúka fólksins ogn”. Nú skal gjaldast fyri at brúka Fólksins ogn varð sagt.

Men hetta er ikki galdandi tá talan er um føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, sum Føroya fólk eigur við ”rub og stub”.

Ber seg undan at viðmerkja málið

Norðlýsið hevur roynt at fingið viðmerking frá Magna Arge, men hann ber seg undan:

Norðlýsið:

Ein anonym teldupostadressa hevur sent okkum tilfar, sum vísir, at Magni Arge, í setanarsáttmálanum sum stjóri fyri Atlantic Airways, fyri hvørt árið hann var ansettur í felagnum – fekk eitt ár ókeypis ferðing við Atlantic Airways.

T.V.S at Magni Arge í dag hevur umleið 18 ára fría ferðing fyri seg og húski.

Húski hjá Magna Arge skal einans rinda flogvallargjald og skatt, og ferðast undir somu treytum sum starvsfólk hjá AA.

Spurningar:

Hvussu vanligt var/er tað at løna fólki við fríum ferðaseðlum hjá Atlantic Airways?

Heldur Magni Arge tað verða rætt at persónar fáa sersømdir frá tí almenna ella frá feløgum, sum Føroya fólk eigur?

Magni Arge:

Hóast tað í november longu verða trý ár síðani skilnaðin millum Atlantic Airways og meg, so eru viðurskiftini okkara millum fevnd av tagnarskyldu, so eg fái ikki ikki gjørt stórvegis viðmerkingar. Men eg kann kortini svara tær púra greitt, at sáttmálaviðurskiftini vóru millum Atlantic Airways og meg persónliga og ikki við mítt húski.

Eg kann eisini leggja afturat, at tað var – og er helst enn – vanligt í flogbransjuni, at starvsfólk, sum rukku ávísan starvsaldur, fingu rættindi viðvíkjandi ferðing í longri ella styttri áramál. Hesum haldi eg meg hava greitt tær frá fyrr, tá tað fall í mun lut at tala fyri felagið. Men hetta kanst tú eisini kannað hjá øðrum feløgum. Um míni egnu viðurskifti kundu verið betur ella verri er ikki so lætt at meta um, tí eg kenni ikki treytirnar, sum onnur hava fingið fyri sama ella líknandi starv.

Tó at tín áhugi fyri hesum máli botnar í einum huldumannaskrivi, so má eg kortini takka tær fyri stóra áhugan, tú framhaldandi vísir fyri mínum virksemi í tjóðarflogfelagnum. Tað var ein fantastisk tíð, og eg gleðist framvegis hvønn dag um góðu gongdina hjá felagnum og føroyskari flogferðslu.

Magni Arge

MF Magni Arge

Norðlýsið:

Tá tú skrivar at avtalan er millum teg og Atlantic og ikki við húski – vil tað so siga at tey ikki eru umfataði av avsláttrinum í ferðaseðlunum?

Magni Arge:

Tá eg skrivi at avtalan er millum meg og Atlantic, so er tað tí, at avtalan er millum meg og Atlantic.

Norðlýsið:

Sleppur húski so eisini at ferðast við Atlantic við einans at rinda skatt og flogvallar gjald?

Magni Arge:

Les bara svarið aftur. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar. Fari á flog nú til fjarskotna staðin Ulan Ude og havi neyvan samband aftur fyrr enn í morgin…..

—-

Eingin vil kennast við avtaluna

Eyðfinn Jacobsen, sum var formaður tá Magni Arge varð settur í starv, avsannar at hann skal hava gjørt nakra slíka avtalu.

Hóast tað býður mær ímóti at bróta mína tagnarskyldu, skal eg eftir umstøðunum avsanna, at eg sum formaður fyri Atlantic Airways havi gjørt slíka avtalu við Magna Arge, fyrrverandi stjóra í Atlantic Airways.

Christian Andreasen, fyrrverandi formaður, minnist ikki setanartreytirnar hjá fyrrverandi stjóranum.

Eg minnist ikki sáttmálan hjá Magna Arge, men tað er ikki óvanligt, at stjórar fyri flogfeløg í sínum setanarsáttmála fáa rættindi at ferðast uppá starvsfólkatreytir, t.e. billettir har bara avgjald verður goldið og møguliga eitt lítið gjald fyri ferðaseðilin, men treytin er, at tað er pláss í flogfarinum. Um starvsfólkið skal hava eitt tryggja setur, so er kostnaðurin hægri. Hesar treytir eru persónligar og eru ikki galdandi fyri húskið. Hvørjar treytir Magni fekk í samband við uppsøgn kann eg av góðum grundum ikki siga nakað um, tí eg var ikki nevndarformaður tá hann bleiv uppsagdur.

Núverandi nevndarformaður, Nils Mortensen, sum var nevndarformaður tá Magni Arge fór úr starvið, hevur onga viðmerking.

Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, ger somuleiðis greitt, at hon onga viðmerking hevur til málið.